Metrostøðir í New York standa undir í vatni

Metrostøðir í New York standa undir í vatni
Ódnin Ida rakar nú norðara part av USA
Metrostøðir í New York standa undir í vatni.
 
02.09.2021 - 15:14

Undirgrundarjarnbreytin í amerikanska stórbýnum New York stendur still í løtuni, tí nærum allar metrostøðirnar standa, ella hava staðið undir í vatni.

Tað skrivar New York Times í dag.

Tað, sum er eftir av ódnini Idu, sum fyrr í vikuni bar við land í suðurstatinum Louisiana, rakar nú norðara partin av USA, har New York er.

Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, hevur lýst undantaksstøðu í býnum.

- Vit eru mitt í eini søguligari veðurstøðu við metnógvum avfalli í øllum býnum, ógvusligari vatnflóð og vandamiklum umstøðum á vegunum, skrivaði borgarstjórin á Twitter í morgun okkara tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018