U21: Føroyar javnleik ímóti fronsku stjørnunum

U21: Føroyar javnleik ímóti fronsku stjørnunum
Við einum útjavnandi málið frá Steffani Løkin í seinna hálvleiki, fekk føroyska U21-landsliðið við monnum ótrúligan javnleik ímóti stjørnunum úr Fraklandi
Føroyska U21-landsliðið steðgaði fronsku stjørnunum á Ovara Vølli
Mynd: FSF  
 
06.09.2021 - 20:02

Steffan Løkin skeyt málið, tá føroyska U21-landsliðið við monnum fekk ótrúligan javnleik móti stjørnunum á franska liðnum.

Frakland legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Amine Gouiri úr Nice eitt sindur heppið fekk bóltin í netið aftanfyri Bárð á Reynatrøð.

Støðan í steðginum var 1-0, men tað gingu ikki meir enn 10 minuttir av seinna hálvleiki, fyrrenn føroyingarnir svaraðu aftur.

Steffan Løkin fangaði eitt vánaligt útspæl frá franska málverjanum, Illan Meslier, og úr 40 metrum eydnaðist tað B68-framherjanum at senda bóltin í netið.

Tað, ið eftir var av dystinum, royndu fransmenn at leggja seg framum aftur, men føroysku spælararnir stóðu manniliga í verjuni og kastaðu seg fyri hvønn bólt.

Sum tíðin leið, gjørdist útiliðið alt meiri ørkymlað, og føroyingarnir royndu seg tíðum við skjótum mótálopum.

Tá hálvuráttandi minuttur var spældur í longdu leiktíðini, bríkslaði dómarin endiliga, og føroysku spælararnir hálsfevndust í oysandi regninum, meðan fraklendingarnir skundaði sær nipnir í umklæðingarrúmið.

Nærum ótrúligt - men ikki hjá hesum U21-landsliðnum. Javnleikurin var ein sannroynd.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815