Vánaligur fiskiskapur undir Føroyum

Vánaligur fiskiskapur undir Føroyum
Trý línuskip avreiða til Fiskamarknaðin í dag
Trý línuskip avreiða til Fiskamarknaðin í dag.
Mynd: Savnsmynd  
 
06.09.2021 - 09:07

Fiskiskapurin undir Føroyum er vánaligur, hann kundi verið betri, men hjá onkrum er hann brúkiligur.

Tað sigur Fiskamarknaðurin um fiskiskapin hesa vikuna.

Trý línuskip avreiða í dag. Tey hava tosk, longu, hýsu, brosmu og svartkalva. 

Eitt línuskip er á Íslandsrygginum. Hini ísfiskalínuskipini liggja. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, og fimm eru við Føroyar.

Harður streymur

Um útróðurin verður sagt, at streymurin verður harður, men veðrið verður gott, so nakað av útróðri verður nú í vikuni.

Fiskaríið hjá útróðrarbátunum er vánaligt. Tað mesta, teir fáa, er hýsa.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar makrel. Hin liggur.

Flestu partrolarar eru úti. Fiskaríið kundi verið betri hjá teimum, sigur Fiskamarknaðurin.

Ein trolbátur á landleiðini

Ein trolbátur er á landleiðini, og fýra eru norðanfyri. Tveir avreiða í dag. 

Teir fiska mest tosk og hýsu og eisini flatfisk.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858