Breið undirtøka fyri Fámjinstunlinum

Breið undirtøka fyri Fámjinstunlinum
Jørgen Niclasen hevur biðið løgtingið um 169 milliónir krónur til at gera bergholið millum Ørðavík og Fámjin
 
09.09.2021 - 17:28

Eingin ivi er um, at ætlaða bergholið til Fámjins, fær undirtøku í løgtinginum.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum var fyrst á skránni hjá løgtinginum í dag, og fólk úr øllum flokkunum søgdu seg fegnast um, at farið verður undir tunnilin til Fámjins.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 169 milliónir krónur til at gera berholið millum Ørðavík og Fámjin.

Sambært uppskotinum, verður bergholið 1,2 kilometur langt og 8,5 metrar breitt.

Harafturat skulu gerast vegir, ein kilometur í Ørðavík og 400 metrar í Fámjin. 

Serlig jarðfrøði
Jarðfrøðin á staðnum er soleiðis háttað, at bergholið skal tryggjast betur enn vanligt. Tað er við í kostnaðarmetingini.

Bergholið skal vera liðugt í 2023 ella 2024. 

Landsverk hevur fyri aðru ferð biðið fyritøkur um at søkja um undangóðkenning til at sleppa at bjóða upp á bergholsarbeiðið.

Freistin er í hesum umfarinum 30.september kl.14.00.

Mett verður, at tað fer at kosta 1,6 milliónir krónur um árið at reka bergholið.

Væl móttikið
Erhard Josensen, formaður í Fíggjarnevndini, segði seg fegnast um, at bergholið nú verður gjørt, men hann segði seg vera ovfarnan av, at raksturin verður settur til 1,6 milliónir krónur um árið. Hann segði, at raksturin av vegnum hevur verið 200.000 krónur,  um árið.

Formaðurin í Fíggjarnevndini nevndi eisini, at grótið sum kemur úr tunlinum, skal nýtast til at breiðka vegin ímillum Ørðavík og Fámjin, so hann verður tvísporaður allan vegin.

Páll á Reynatúgvu, limur í Fíggjarnevndini, nevndi upphæddina uppá 169 milliónir krónur.

Hann vísti á, at tað er tríggjar til fýra ferðir meir enn tunnilin til Dals fer at kosta.

Bæði Erhard Joensen og Páll á Reynatúgvu søgdu, at greiða skal fáast á ivamálunum undir viðgerðini í Fíggjarnevndini, har uppskotið um tunnil til Fámjins er farið.

Tingfólk umrøddu nógv tunlar sum skulu gerast til aðrar bygdir, Tjørnuvík og Gjáar.

Fleiri mæltu til, at ein semja verður gjørd, so fólkini í teimum bygdunum fáa at vita, nær tunlar koma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065