Venjingar skulu eisini vera uttan fyri Sjúkrahúsverkið

Venjingar skulu eisini vera uttan fyri Sjúkrahúsverkið
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um venjingar til parkinsonsjúklingar
Parkinsonsjúklingar fáa í løtuni tilboð um venjingar á Suðuroyar sjúkrahúsi.
 
13.09.2021 - 11:00

Áhaldandi venjingin hjá parkinsonsjúklingum eigur at vera aðrastaðni enn í Sjúkrahúsverkinum, t.e. í Almannaverkinum, um sjúklingurin er undir 67 ár, og við tilboði frá kommununum, um sjúklingurin er eldri enn 67 ár.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Venjingartilboðið til parkinsonsjúklingar varð sett í verk á Suðuroyar sjúkrahúsi í fjør. Pláss er fyri fyri átta sjúklingum á hvørjum skeiði, sum er tvær vikur. Tey, sum hava verið á hesum skeiði, eru millum 40 og 80 ár.

Tá skeiðið er liðugt, fáa sjúklingarnir ætlan fyri, hvussu teir framhaldandi skulu venja í nærumhvørvinum. Og tríggjar mánaðir seinni koma sjúklingarnir aftur á Suðuroyar sjúkrahús til ein framhaldsdag, har mett verður um, hvussu tað hevur gingið við venjingunum. 

Intensivt skeið

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at ætlanin er at menna eitt intensivt rehabiliteringsskeið á Suðuroyar sjúkrahúsi í eina viku, í samstarvi við primera geiran um viðlíkahald eftir uppihaldið á Tvøroyri. Men enn er ikki orka til henda bólkin av parkinsonsjúklingum.

Mett verður, at slík skeið eiga at vera í Sjúkrahúsverkinum, men áhaldandi venjingin eigur at vera uttan fyri Sjúkrahúsverkið, eins og gjørt verður í øðrum londum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum til Eyðgunn Samuelsen. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392