Alis nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Alis nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Kemur úr starvinum sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla
Alis Jóna Højsted er nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Mynd: Mynd: UMMR  
 
14.09.2021 - 15:35

Vestmanna skúli hevur fingið nýggjan skúlastjóra. 

Landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla.

Alis er 56 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.

Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari og orðblindalærari. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og innan tað privata.

Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið í starvi sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla. 

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858