Arbeiðsgevarar: Samgongan ger ímóti samgonguskjalinum

Arbeiðsgevarar: Samgongan ger ímóti samgonguskjalinum
Føroya arbeiðsgevarafelag sigur seg síggja lítið til ætlanirnar hjá samgonguni at endurskoða ognarlut landsins í vinnufyritøkum
Tað almenna bjóðar upp á privatar tænastur, m.a. gjøgnum almenna partafelagið Posta, sigur arbeiðsgevarafelagið.
 
14.09.2021 - 08:40

Samgongan ger beint ímóti sínum egna samgonguskjali.

Hendan skuldsetingin kemur frá Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið sipar til orðini í samgonguskjalinum um, at privata vinnan kann bjóða upp á almennar tænastuveitingar, har tað verður mett møguligt og skynsamt.

Í samgonguskjalinum stendur eisini, at landsins ognarlutur í vinnufyritøkum verður endurskoðaður. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur seg síggja lítið til hesar ætlanir hjá samgonguni.

Onkur dømi eru um, at privata vinnan hevur fingið uppgávur frá tí almenna, til dømis koronukanningarnar. 

Posta

Men tað finnast fleiri dømi um tað beint øvugta, har tað almenna bjóðar upp á privatar tænastur, til dømis umvegis almenna felagið Posta, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Handilsvinnan hevur víst á kappingaravlagandi stuðulin, sum politiska skipanin letur Posta, tí sokallaðu kinapakkarnir, sum kappast við føroysku handilsvinnuna, sleppa undan meirvirðisgjaldi og tolli.

Posta hevur gjørt avtalu við Royal Artic Line um flutning til og úr Føroyum. Royal Artic Line hevur einarætt til flutning millum Grønland og útheimin. 

Asfalt

Eitt annað dømi um andsøgnina millum samgonguskjalið og veruleikan er asfaltið hjá Landsverki, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Løgtingið hevur sett av 32 mió. kr. til asfaltverkið á Sundi.

Samstundis hava privat vinnulívsfólk bjóðað sær til at gera asfalt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329