Sameint Russland vann valið í Russlandi

Sameint Russland vann valið í Russlandi
Flokkurin, sum styðjar Vladimir Putin, forseta, hevði afturgongd á valinum í gjár
Úrslitið av valinum í Russlandi í gjár broytir ikki politiska landslagið stórvegis, tí Putin verður sitandi sum forseti til 2024.
 
20.09.2021 - 09:00

Stýrandi politiski flokkurin í Russlandi, Sameint Russland, var ikki óvæntað stóri vinnarin á russiska tjóðartingsvalinum,  sum endaði í gjár.

Reuters skrivar, at tá 74 prosent av atkvøðunum vóru tald, hevði Sameint Russland fingið umleið 49 prosent av atkvøðunum. Kommunistaflokkurin er næststørsti flokkur við 20 prosentum.

Hóast stórsigurin til Sameint Russland, so er tað ikki bara góð tíðindi, tí flokkurin hevur mist undirtøku samanborið við valið í 2016, tá hann fekk fleiri enn 54 prosent av atkvøðunum. Hann hevur tí mist umleið 10 prosent av undirtøkuni, skrivar Reuters.

Livifóturin lækkaður

Orsøkin til minkandi undirtøkuna er m.a., at livifóturin er lækkaður, og skuldsetingar frá andstøðinginum, Alexei Navalny, um korrupsjón, skrivar Reuters.

Fyri valið var øll politiska rørslan hjá fonglsaða anstøðinginum, Navalny, gjørd ólóglig, og fólk, sum hava tilknýti til Navalny, fingu forboð fyri at stilla upp.

Sambært Reuters fer úrslitið av valinum neyvan at broyta stórvegis í politiska landslagnum í Russlandi, har Putin fyribils situr sum forseti til 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890