USA viðgongur, at sakleys fólk doyðu í dronuálopi

USA viðgongur, at sakleys fólk doyðu í dronuálopi
Ein amerikanskur generalur sigur, at dronuálopið í Kabul var eitt syndarligt mistak
Amerikanarar hildu, at teir raktu ein bil við IS-yvirgangsfólki, men tað vísti seg at vera ósek sivilfólk í Kabul..
 
20.09.2021 - 15:33

USA viðgongur nú, at tað vóru 10 sivilfólk, sum doyðu í dronuálopi á ein bil í Kabul í Afganistan, og eingin yvirgangsmaður, sum boðað var frá eftir dronuálopið 29. august.

Tað skrivar DR.

Vandin fyri, at amerikanskar dronur drepa sakleys í Afganistan er vorðin størri, síðan altjóða herdeildir tóku seg úr landinum.

Syndarligt mistak

Frank McKenzie, generalur, segði á tíðindafundi í USA fríggjadagin, at dronuálopið var eitt syndarligt mistak. Tað sigur hann, eftir at ein innanhýsis kanning vísir, at bara sivilfólk doyðu í álopinum. Og eingin yvirgangsmaður í Islamiskum Stati, sum fyrst varð hildið.

- Eg eri nú sannførdur um, at umleið 10 sivilfólk, teirra millum sjey børn, vóru dripin á vanlukkuligan hátt, segði Mckenzie, generalur, sum biður um umbering fyri álopið.

- Harafturat meta vit tað vera sera ósannlíkt, at bilurin og fólkini, sum vóru í bilinum, høvdu nakað samband við IS, ella vóru beinleiðis hóttan móti amerikanska herinum, segði Frank McKenzie. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454