Leggja slitlag á vegin næsta ár

Leggja slitlag á vegin næsta ár
Landsverk heldur, at trygdin á vegnum millum Skopun og Sand er í lagi, um bilførarar koyra eftir umstøðunum
Landsverk sigur, at ætlanin er at leggja slitlag á ein part av vegnum millum Skopun og Sand næsta ár.
 
21.09.2021 - 14:14

Ein partur av vegnum millum Skopun og Sand treingir til at vera asfalteraður, og eftir ætlan verður eitt slitlag lagt á næsta ár. Talan er um eitt vegastrekki, ið er hálvan kilometur.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann.

Landsverk heldur, at trygdin á vegnum millum Skopun og Sand er í lagi, um bilførarar koyra eftir umstøðunum.

Jørgen Niclasen sigur, at hóast vegakervið er útbygt og ferðslan nógv vaksin, er játtanin at viðlíkahalda vegakervið ikki hækkað nógv í mong ár.

Í ár hevur tað kortini eydnast at hækka játtanina munandi, men landsstýrismaðurin ásannar, at neyðugt verður at raðfesta viðlíkahald fremri næstu árini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938