Tvey feløg ætla at keypa uppsjóvarskip

Tvey feløg ætla at keypa uppsjóvarskip
Smápartafelagið Gráastein í Havn og felagið Ango í Vági hava fingið kvotu av uppsjóvarfiski
Líkt er til, at tvey uppsjóvarskip koma í flotan aftrat, nú Fiskimálaráðið hevur latið tveimum feløgum kvotu til skipakeyp.
 
21.09.2021 - 11:50

Bæði feløgini hava fingið at vita úr Fiskimálaráðnum, at tey fáa 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 9.000 tons av svartkjafti.

John Mikkjal Godtfred, sum er ein av stigtakarunum til felagið Ango í Vági, sigur, at tey arbeiða við at fáa eitt skip til vega, men hvat skip talan verður um, er ikki greitt enn.

Hann sigur, at felagið fekk minni kvotu, enn søkt var um, og tí mugu øll viðurskifti endurskoðast.

Hildið verður kortini fram við ætlanini, men enn ber ikki til at siga nakað ítøkiligt um ætlanina, sigur John Mikkjal Godtfred.

Felagið Gráasteinur, arbeiðir eisini við ætlanini, nú loyvini eru komin.

Ein av stigtakarunum til felagið, Birgir Lútzen, sigur at eisini tey arbeiða við at fáa eitt skip til vega, men enn er einki endaligt komið upp á pláss. Og av tí sama sigur hann seg ikki kunna siga nakað ítøkiligt um ætlanina.

Stórur áhugi fyri kvotunum

Fyri at fáa lut í kvotunum, skuldu umsøkjarar annaðhvørt hava skip, ella hava fingið eina avtalu við onnur skip um at fiska kvotuna.

Stórur áhugi var fyri at søkja um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tær vóru tilsamans 51.

Fiskimálaráðið upplýsir, at 14 umsóknir vóru til ítøkiligt skipakeyp.

30 umsóknir vóru til vinnuligar royndir og verkætlanir. Og sjey umsóknir vóru um ískoytiskvotur.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at ráðið hevur fyrst svarað teimum sum høvdu umsóknir um skipakeyp, og í vikuni fáa hinir umsøkjararnir boð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194