Flyta kvotur til næsta ár

Flyta kvotur til næsta ár
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at leggja uppskot fyri tingið
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
22.09.2021 - 09:18

Nú so langt er liðið út á árið, fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, væntandi at leggja uppskot fyri tingið um, at kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvoturnar av svartkjafti, sum verða latnar í heyst, kunnu flytast til næsta ár.

Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Hann sigur, at ikki fyrr enn í mai kom broytingin í sjófeingislógini um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. 

So var eftir at gera kunngerðirnar. Lýsast kundi ikki eftir umsóknum, fyrr enn kunngerðin var lýst. Kunngerðin kom í gildi 12.juni.

Freistin at søkja var 6.juli. 51 umsóknir komu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392