- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland: Russar leggja seg út í valið

Sunnudagin verður val til týska samveldistingið, og áhugin fyri valinum er stórur, tí Angela Merkel, samveldiskanslari stillar ikki upp aftur.
Týskland skuldsetur Russland fyri at leggja seg út í valið til samveldistingið. Tað verður gjørt við at teldusníkar royna at taka tilfar frá týsku politikarunum, og breiða so skeiv tíðindi millum fólk, skrivar NTB.
Talskvinnan í týska uttanríkisráðnum, Andrea Sasse, sigur, at bólkurin av teldusníkum, sum virkar undir navninum Ghostwriter, hevur roynt at koma inn á heimasíðurnar hjá týskum politikarum, og at tann gongdin hevur staðið við í eina tíð.
Royna at fáa fatur á loyniorðum
Teldusníkarnir skulu m.a. hava roynt at fáa fatur á loyniorðum hjá fólkavaldu politikarunum, bæði í høvuðstaðnum og kring landið.
Sambært Sasse, er illgruni um, at fólkini, sum skipa fyri álopunum, eru tætt knýtt at russiska statinum, og serliga at russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU.
Andrea Sasse sigur, at týska stjórnin sigur ágangin vera til vanda fyri trygdina í Týsklandi og fyri demokratiskar avgerðir hjá stjórnini.
Gongdin kann koma samstarvinum ímillum Týskland og Rusland aftur um brekku, sigur talskvinnan.
Sí eisini