Ferðaætlanin hjá Hasfjord verður neyvan broytt

Ferðaætlanin hjá Hasfjord verður neyvan broytt
Hasfjord siglir í løtuni 20 túrar um vikuna
Hasfjord siglir fýra dagar um vikuna í Skopunarfirði, 20 túrar um vikuna.
 
27.09.2021 - 08:54

Skal Hasfjord sigla hvønn dag, kostar tað hálva fjórðu millión krónur meira um árið.

Og teir pengarnir eru ikki til. 

Bara ein manning er knýtt at Hasfjord. 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann.

Hasfjord siglir fýra dagar um vikuna í Skopunarfirði, 20 túrar um vikuna.

Sum skilst á svarinum hjá landsstýrismanninum er eingin ætlan um at broyta ferðaætlanina hjá Hasfjord.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214