Góður streymur til útróður

Góður streymur til útróður
Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni
 
27.09.2021 - 10:53

Bara eitt línuskip er til fiskiskap, og Fiskamarknaður Føroya roknar við, at okkurt línuskip fer avstað í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskiskap.

Viðvíkjandi útróðri, so verður streymurin góður, og veðrið verður eisini gott meginpartin av vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Men fiskiskapurin er smáligur. Bátarnir fiska mest hýsu.

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hann fiskar kongafisk.

Flestu partrolararnir eru til fiskiskap. Teir fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er smáligur.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur.  Eitt fiskar havtasku, og hjá tí er fiskiskapurin brúkiligur, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655