Løgtingið viðger ríkisveiting og sammóður hesa vikuna

Løgtingið viðger ríkisveiting og sammóður hesa vikuna
Tingfundir vera mikudagin og hósdagin
 
27.09.2021 - 09:06

Hósdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá tingfólki úr trimum andstøðuflokkum um sammóður.

Tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn eiga uppskotið.

Talan er um broytingar, sum skulu gerast í seks lógum.

Ríkisveiting og ófráboðaðir spurningar

Tingfundur er eisini mikudagin. Tá fer tingið at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um at strika ríkisveitingina.

Og fyri fyrstu ferð í hesari tingsetuni eru ófráboðaðir fyrispurningar á dagsskránni.

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2022 skal leggast fram í seinasta lagi hósdagin 30.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442