Fýra skip fáa ískoytiskvotu av svartkjafti

Fýra skip fáa ískoytiskvotu av svartkjafti
Fiskimálaráðið fekk sjey umsóknir um ískoytiskvotuna í ár og kvotuna, sum verður flutt frá í fjør
Arctic Voyager er eitt av uppsjóvarskipinum, sum hevur fingið ískoytiskvotu av svartkjafti.
 
04.10.2021 - 16:11

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at játta fýra skipum ískoytiskvotu av svartkjafti.

Ískoytiskvotur verða latnar sambært sjófeingislógini fyri at styrkja kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari. Tøka kvotan, sum søkjast kundi um, var 12.640 tons av svartkjafti og 1.178 tons av svartkjafti, sum eru flutt frá í fjør.

Sjey umsóknir vóru, og av hesum lúka fýra treytirnar sambært sjófeingislógini, sigur Jacob Vestergaard. 

Tey, sum fáa ískoytiskvotu av svartkjafti, eru:

  1. P/F Jókin – m/s Arctic Voyager
  2. P/F Thor Fisheries – m/s Hoyvík
  3. P/F Jupiter – m/s Jupiter
  4. P/F Kinnfelli – m/s Katrin Jóhanna

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at kvotuparturin til hvørt fiskifar verður 3.160 tons.

Harumframt skal flutta nøgdin frá 2020 upp á tilsamans 1.178 tons leggjast afturat, og hon skal verða fiskað í ár. 

Skipini fáa 294,5 tons í part av kvotuni, sum er flutt til ár. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur útlutað ískoytiskvotur av svartkjafti.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040