Fólk á røktarheimum fáa nú boðið triðja prikið

Fólk á røktarheimum fáa nú boðið triðja prikið
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur góðkent tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunuverju eina koppseting aftrat
Nú verður møguleiki hjá fólki á røktarheimi og teimum, sum hava vánaliga immunverju, at vera koppsett fyri koronu eina ferð aftrat.
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
06.10.2021 - 13:30

Sjúkrahúsverkið fer nú undir at bjóða búfólki á røktarheimum og fólki við serliga vánaligari immunverju triðja prik.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunuverju eina triðju koppseting fyri koronu og  teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum.

Tey fyrstu hava longu fingið innkalling, og Sjúkrahúsverkið fer í næstum at seta seg í samband við eldrasamstørvini um at fáa koppsett tey búfólk, sum taka av tilboðnum.

Talan er um fólk, sum frammanundan eru fevnd av koppsetingarkunngerðini. Nóg mikið av koppingarevni er í landinum til bæði at koppseta øll, sum skulu hava tvey prik, og geva hesum avmarkaða bólki  eitt prik aftrat. 

Fylgja danska leistinum

Við tilboðnum um triðja prik, fylgir føroyska heilsuverkið leistinum hjá danska heilsustýrinum. Har verður eisini mælt til eitt triðja prik til fólk við nógv niðursettari immunverju, búfólk á ellis- og røktarheimum og øðrum eldrabústovnum.

Í fyrra bólkinum eru tað serliga fólk við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, dialysusjúklingar og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum hava fingið kemoviðgerð í ár.

Harafturat fara sjúklingar við ávísum álvarsomum giktasjúkum eisini at fáa tilboðið, sigur koppsetingarbólkurin .

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375