Stúra fyri at sita køld í vetur

Stúra fyri at sita køld í vetur
80 milliónir evropeisk húsarhald, og enn fleiri í Kina, kunnu vænta ein sera kaldan vetur, tí trot er á koli
Kolatrot er í Evropa og Kina, og stúrt verður fyri, at nógv fara at sita køld í vetur.
 
06.10.2021 - 11:00

Fýra vikur fyri veðurlagstoppfundin í Glasgow er prísurin á koli hægri enn nakrantíð fyrr.

80 milliónir evropeisk húsarhald, og enn fleiri í Kina, kunnu tí fáa ein sera kaldan vetur, skrivar NRK.

Síðan Kina í síðstu viku fór at skamta streym, stúra fleiri familjur fyri, at tey fara at sita køld í vetur. Høgættarvindurin úr Mongolínum ger, at øki í Norðurkina kunnu gerast heilt køld, niður í 15 kuldastig.

Hava latið kolorkuverk aftur

Eisini í Evropa verður stúrt fyri kalda vetrinum. Fríggjadagin varð neyðugt at lata týska kolorkuverkið, Bergkamen-A, aftur fyribils, tí tað ikki fekst fatur á koli.

Steagh GmbH, sum eigur kolorkuverkið, fær ikki fatur á koli, og tað vísir seg eisini at vera sera torført at fáa kolið flutt til Týsklands.

Ein talsmaður fyri felagið sigur við Reuters, at eftirspurningur ikki bara er eftir koli. Tørvur er eisini á flutningsamboðum.

Kolorkuverkið framleiðir 4,8 milliónir kilowattímar um árið, sum er streymur til 200.000 hús. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558