Forsætisráðharrin fekk bara tveir mánaðir

Forsætisráðharrin fekk bara tveir mánaðir
Peru skal hava nýggjan stjórnarleiðara og nýggja stjórn
Guido Bellido, forsætisráðharri í Peru, og stjórn hansara eru koyrd frá. Bellido fekk bara tveir mánaðir sum stjórnarleiðari.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.10.2021 - 15:07

Peru skal hava nýggja forsætisráðharra.

Tað boðar forsetin í landinum, Pedro Castillo, frá. 

Guido Bellido Ugarte sat bara tveir mánaðir í embætinum, og nú hann fer frá, verður eisini øll umsitingin hjá honum koyrd úr starvi.

Forsetin tikið avgerðina

Í uppsagnarbrævinum hjá Bellido stendur, at tað er Castillo, forseti, sum hevur tikið avgerðina. 

Forsetin nágreinar tó ikki nærri orsøkina til uppsøgnina, men sigur, at nýggjur forsætisráðharri og stjórn verða kunngjørd seinni.

Avgerðin hjá forsetanum í juli í ár at tilnevnda Bellido til forseta var umstrídd, skrivar AFP-tíðindastovan.

Bellido er 41 ára gamal, útbúgvin el-verkfrøðingur og er nýggjur í politikki. 

Undir illgruna fyri yvirgang

Fjølmiðlar í Peru siga, at hann er undir illgruna fyri yvirgang. Hann segði stutt eftir, at hann á valinum í juni vann sær sess í tinginum, at hann verjir fólk, sum stuðla uppreistrarherinum, Skínandi Leiðin, Shining Path, sum stríddist móti statinum frá 1980 til 2000.

Tá Bellido-stjórnin varð skipað, endaði sjey mánaðar drúgva royndin hjá Castillo at skipa ríkisstjórn. 

Castillo er sjálvur á vinstravonginum, og tað gekk illa hjá honun at skipa stjórn, sum tingið kundi góðtaka. Í tinginum eru flestu tinglimir á høgravonginum.

Baldrut

Tað hevur verið baldrut á politiska pallinum í landinum seinastu árini.

Mutur var orsøkin til, at neyðugt var at skifta forseta tvær ferðir í eini og somu viku í november í fjør. 

Sjey av seinastu 10 ríkisleiðarum í Peru eru annaðhvørt dømdir, ella verða kannaðir fyri mutur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726