Jeppe Kofod farin til Noreg at bíða eftir betri líkindum

Jeppe Kofod farin til Noreg at bíða eftir betri líkindum
Flogfarið við danska uttanríkisráðharanum, Jeppe Kofod, fekk ikki sett seg í Vágum seinnapartin og er tí farið til Noreg at bíða eftir líkindum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
07.10.2021 - 17:00

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at tey ætla at royna aftur í kvøld. 

Lendur Jeppe Kofod í kvøld, verður politiska skráin óbroytt, men skráin fyri vitjanir verður avlýst, tí danski uttanríkisráðharrin nær ikki at vitja á Bakkafrosti. 

Talan er um árliga fundin hjá danska uttanríkisráðharranum við landsstýrismannin í uttanríkismálum og við uttanlandsnevndina hjá løgtingum. 

Viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan um arktiska arbeiðið hjá Føroyum og Danmark, og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum eru á skránni fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, og Jenis av Rana.

Uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur seinnapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860