Nógv hús standa tóm

Nógv hús standa tóm
Eitt yvirlit hjá Kommunufelagnum vísir, at 1.481 hús í 27 kommunum standa tóm
Í Sandoynni standa umleið 30 prosent av húsunum tóm, vísir yvirlitið hjá Kommunufelagnum.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2021 - 13:57

Nógv hús standa tóm í Føroyum.

Talan er um góð 13 prosent, og tá er Tórshavnar kommuna ikki við.

Hetta sæst í einum yvirliti, sum Kommunufelagið hevur sent Rættarnevndini hjá løgtinginum.

27 kommunur

Yvirlitið umfatar 27 kommunur. Umframt Tórshavnar kommunu er Fugloyar kommuna ikki við.

Í teimum 27 kommununum eru 11.345 hús. Av teimum er 1.481, 13,1 prosent, tóm.

Í Sandoynni er talið 29,7 prosent og í Vestmanna, og Kvívík og í Suðuroynni eru yvir 19 prosent av húsunum tóm. Í Norðuroyggjum, tá Fugloyggin ikki er við, er talið fýra prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040