Rithøvundur úr Tansania fingið bókmentaheiðursløn Nobels

Rithøvundur úr Tansania fingið bókmentaheiðursløn Nobels
Abdulrazak Gurnah fær heiðurslønina fyri lýsingina av kolonialismuni í bókum sínum
Abdulrazak Gurnah hevur fingið bókmentaheiðursløn Nobels í ár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.10.2021 - 14:15

73 ára gamli, Abdulrazak Gurnah, úr Zanzibar í Tansania, fær nobelheiðurslønina í bókmentum í 2021.

Tað boðaði Svenska Akademiið frá fyri løtu síðani. 

Abdulrazak Gurnah fær heiðurslønina fyri lýsingina av kolonialismuni í bókum sínum.

Gurnah er føddur í 1948 og vaks upp í Zanzibar í Tansania, men kom til Onglands sum flóttafólk seinast í 1960-unum. Hann hevur skrivað 10 skaldsøgur og fleiri stuttsøgur. 

Nógv av tí, hann hevur skrivað, er um flóttafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558