Harðar fiskivinnusamráðingar í væntu

Harðar fiskivinnusamráðingar í væntu
Væntandi verða harðar samráðingar í Brússel í dag, tá fiskimálaráðharrarnir í ES hittast til tingingar um kvoturnar í Eystursalti næsta ár. Mælt verður til at skerja kvoturnar
 
11.10.2021 - 13:58

ES-nevndin mælir til at skerja kvoturnar munandi, og tað fær eisini stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna í Danmark, váttar Rasmus Prehn, fiskimálaráðharri.

Hann sigur, at Danmark fer at taka undir við tilmælinum hjá ES-nevndini.

- Skulu vit varðveita fiskivinnuna í framtíðini, er neyðugt at skerja kvoturnar, sigur Rasmus Prehn við Ritzau.

 

Fiskastovnar eru hóttir

ICES sigur, at fleiri fiskastovnar í Eystrasalti eru hóttir, og tí mælir ES-nevndin til at skerja kvoturnar munandi í 2022.

ES-nevndin skjýtur upp, at toskakvotan í Eystrasalti minkar 92 prosent. Tað hevur við sær, at kvotan minkar úr 4.000 tonsum niður í 324 tons til øll londini.

Hetta fer eisini at raka donsku fiskivinnuna sera meint.

 

Mæla til upphøggingarstuðul

Stjórnin er til reiðar at veita eina hjálpandi hond, sigur Rasmus Prehn, eitt nú við stuðli til fiskireiðskap, sum bara fiskar tey fiskasløg, sum loyvt er at fiska.

Haraftrat er ætlanin at veita stuðul til teirra, sum vilja sleppa burtur úr vinnuni, t.e. upphøggingarstuðul.

Væntandi fara samráðingarnar í dag at vara út á náttina.

 

Veðurlagsbroytingar orsøkin

Fleiri orsøkir eru til, at støðan hjá fiskastovnunum í Eystrasalti er versnað so nógv.

Serfrøðingar vísa m.a. á veðurlagsbroytingar, at sjógvurin er vorðin lýggjari, og at størri nøgdir av køvievni verða latin út í Eystrasalt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938