Ósemja um innkomuveg til Havnar

Ósemja um innkomuveg til Havnar
Talið av íbindingarvegum er aftur vorðið kjarnan í ósemju millum Tórshavnar kommuna og Landsverk um innkomuvegin til Havnar
Nú er aftur grundleggjandi ósemja millum Landsverk og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin, sum skal gerast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.10.2021 - 09:56

Landsverk ger í drúgvum skrivi  til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum vart við, at grundleggjandi ósemja er um, hvat endamálið er við innkomuvegnum til Havnar er.

Landsverk heldur, at vegurin eigur at vera ein ringvegur runt Havnina, sum bæði er til landsferðslu, sum ikki skal inn í Havnina, og ein vegur til ferðslu, sum skal inn í Havnina, men ein vegur við fáum íbindingum. 

Tórshavnar kommuna sigur, at ringvegurin skal vera ein partur av býarætlanini, sum skal binda býarpartar saman. 

Hetta krevur nógvar íbindingar. Og tá verður hámarksferðin lægri, sigur Landsverk.

 

Kommunan hevur ræðisrættin

Landsverk finst at, at lógaruppskotið gevur kommununi fullan ræðisrætt á vegnum.

Vegurin, sum skuldi vera ein innkomuvegur, verður ein sambindingarvegur millum býarpartar í Havn, sigur Landsverk, sum spyr, hvat hendir í 2028, tá lógin, sum nú er á veg, fer úr gildi aftur. 

Tá fær kommunan einsamøll allan ræðisrættin, svarar Landsverk sínum egna spurningi.

 

Innkomuvegurin skal vera landsvegur

Landsverk vísir á, at kommunan í summar avmarkaði tunga ferðslu á kommunala ringvegnum. 

Landsverk mælir til, at innkomuvegurin ikki verður ein kommunuvegur, men landsvegur, har Landsverk er vegarmyndugleikin. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svarar, at landsstýrið tosaði við Landsverk, áðrenn avtala varð gjørd við Tórshavnar kommunu.

Landsverk er ikki partur av hesari avtaluni. 

 

Kostar 288 mió. kr. 

Hinvegin er talan um at kalla somu verkætlan, sum semja hevur verið um millum landsstýrið og Landsverk og Tórshavnar kommunu. 

Innkomuvegurin er mettur at kosta 288 mió. kr. Parturin hjá landinum er 110 milliónir. 

Fíggjarnevndin skuldi verið komin við áliti nú, men hevur biðið um og fingið freist til 22.oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308