- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gunnar Nielsen nevndur í sambandi við Newcastle yvirtøku
Tað hevur vakt miklan ans, at ein saudiarabiskur statsgrunnur hevur keypt fótbóltsfelagið, Newcastle.
Serliga verður tosað um, at tað eru ivasamir pengar úr einum stati, har mannarættindini ikki verða vird, sum hevur fíggjað keypið.
Men tað verður eisini tosað um, hvussu yvirtøkan fer at ávirka Newcastle sum fótbóltsfelag, hvørjar leikarar felagið fer at keypa, hvør skal venja liðið, men eisini hvussu yvirtøkan av Newcastle fer at ávirka enskan fótbólt.
Gunnar Nielsen
Gaman í, so hevur Gunnar Nielsen mist plássið á landsliðnum til Teit Gestsson, men Gunnar Neilsen er framvegis einasti føroyingur, ið hevur spælt í Premier League.
Í Onglandi er hann heldur ikki gloymdur, tí í sambandi við yvirtøkuna av Newcastle, verður Gunnar Nielsen nú nevndur.
Blaðið, Manchester Evening News, hevur nevniliga róð aftur á slóðina hjá Manchester City, sum í september 2008 bleiv yvirtikið av ríkmanninum, Sheikh Mansour, og síðani er vorðið eitt av heimsins bestu og ríkastu fótbóltsfeløgum.
Har verður Gunnar Nielsen nevndur millum so frægar spælarar sum Vincent Kompany, Pablo Zabaleta og Robinho, tí Gunnar Nielsen var í roynd og veru millum fyrstu leikararnar, sum komu til Manchester City, eftir at Sheikh Mansour hevði keypt felagið.
Í blaðnum verður Gunnar Nielsen lýstur sum ein eykamálmaður, sum Mark Hughes tók við sær úr Blackburn, tá Mark Hughes varð settur sum venjari í Manchester City.
Gunnar Nielsen - (Mark) Hughes brought the Faroe Islands native with him from Blackburn as a back-up goalkeeper and, like Glauber, Nielsen made just one appearance for the Blues, coming on for the injured Given in a game against Arsenal and keeping a clean sheet. He had loan spells with Wrexham and Tranmere Rovers before leaving City for Silkeborg in Denmark.
Her er greinin í Manchester Evening News.