Oljuprísurin verður 81 dollarar restina av árinum

Oljuprísurin verður 81 dollarar restina av árinum
Oljulondini ætla at selja meiri av olju næsta ár, og tí verður mett, at prísurin lækkar í 2022
Londini í OPEC-felagsskapinum ætla at selja meira olju næsta ár, og tí verður roknað við, at oljuprísurin fer at lækka.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.10.2021 - 09:16

Oljuprísurin hækkar aftur, og nú verður mett, at prísurin fer at vera umleið 81 dollarar fyri tunnuna, tað sum eftir er av árinum. Tað er umleið 10 dollarar hægri enn metingin, sum varð gjørd í summar.

Av tí at londini í OPEC og londini, sum samstarva við OPEC, eru samd um at halda fast við ætlanina um at selja meira av olju í 2022, verður mett, at oljuprísurin fer at lækka næsta ár.

Hann fer at vera í miðal 72 dollarar fyri tunnuna, ella umleið 10 dollarar lægri enn nú.

Dýrari í dag enn í gjár

Olja úr Norðsjónum, sum skal latast í desember, verður í morgun seld fyri 83,85 dollarar fyri tunnuna, næstan ein dollara meira enn í gjár.

Olja úr USA, sum skal latast í november, verður í morgun seld fyri góðar 81 dollarar, sum eisini er nakað meiri enn í gjár.

Munurin á prísinum á olju úr Norðsjónum og á olju úr USA, sum skal latast í desember, er 3,45 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846