Fara nú undir stjórnartingingar í Týsklandi

Fara nú undir stjórnartingingar í Týsklandi
Gongst sum ætlað, fara sosialdemokratarnir, Tey grønu og FDP at skipa stjórn eftir valið, sum var 26 september
Umboð fyri teir tríggjar flokkarnar, sum nú fara undir veruligar samráðingar um at skipa nýggja stjórn í Týsklandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.10.2021 - 16:26

Sosialdemokratiski flokkurin, SPD, Tey grønu og liberali flokkurin FDP, eru samd um at fara undir veruligar samráðingar um samgongustjórn eftir valið í Týsklandi 26. september. 

Tað skriva týskir miðlar.

Flokkarnir eru samdir um fleiri kjarnuøki, sambært skjølum, sum Reuters hevur fingið hendur á, m.a. veðurlagsbroytingum.

Sambært skjølunum, eru teir samdir um at gevast við kolorku í 2030. Málið hevur higartil verið at gevast við allari kolorku fyri 2035.

Vindorka og sólkyknur

Skjølini vísa eisini, at flokkarnir eru samdir um at nýta tvey prosent av øllum lendi til vindorkuverk, at seta sólkyknur á allar tekjur, sum kunnu brúkast til tað, og at stytta tíðina til tilrættalegging og loyvi niður í helvt.

- Vit eru samd um ein tekst frá samrøðunum, sum hava verið, sigur formaðurin fyri SPD og kanslaraevni, Olaf Sholz, eftir fleiri innleiðandi samrøður.

- Hetta er greitt tekin um, at ein stjórn, sum vil tryggja framburð, kann verða skipað í Týsklandi, sigur Sholz.

Formenninir í teimum trimum flokkunum boðaðu í dag frá, at teir fara undir samráðingar at skipa stjórn, skrivar Der Spiegel.

Innleiðandi samrøðurnar eftir valið 26. september enda sostatt fyrr enn væntað, og flokkarnir taka nú næsta stigið móti eini samgongu, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454