Námsfrøðiútbúgvingin verður broytt

Námsfrøðiútbúgvingin verður broytt
Broytingin skal tryggja, at dagstovnarnir fáa fleiri útbúgvin starvsfólk, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum
Nú útbúgvingin skal broytast, kunnu fólk velja dagstovnanámsfrøði á sumri og sosialnámsfrøði á vetri. 
 
15.10.2021 - 09:08

Ætlanin er at broyta námsfrøðiútbúgvingina, so til ber at velja antin sosialnámsfrøði ella dagstovnanámsfrøði.

Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at dagstovnarnir fáa fleiri útbúgvin starvsfólk, námsfrøðingar. 

Jenis av Rana hevur svarað Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um námsfrøðiútbúgvingina.

Tey flestu eru námsfrøðingar

Jenis av Rana sigur, at 63 prosent teirra, sum arbeiða í Almannaverkinum, eru námsfrøðingar.

37 prosent av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum eru námsfrøðingar.

Sambært dagstovnalógini skal starvsfólkabýtið í dagstovnunum í minsta lagi vera 2/3 námsfrøðingar, tað eru 66 prosent, og 1/3 hjálparfólk. 

Bíða eftir eftirmeting

Bíðað verður tó eftir eftirmetingini á Fróðskaparsetrinum, har serliga Námsvísindadeildin verður eftirmett, áðrenn námsfrøðingaútbúgvingin verður broytt, væntandi næsta summar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775