Sjey innkallingar til viðgerð um sammóður

Sjey innkallingar til viðgerð um sammóður
Bispur, LGBT, Familjufyrisitingin, Barsilsskipanin og trý landsstýrisfólk eru millum tey sjey, ið er kallað inn til Trivnaðarnevndina at viðgera uppskotið um sammóður
Trivnaðarnevndin í løgtinginum hevur gjørt sjey innkallingar í sambandi við viðgerðina av lóggarbroytingunum í málinum um sammóður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2021 - 07:47

Um eina viku fer Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotini um sammóður.

Sjey innkallingar eru gjørdar.

Landsstýriskvinnan í almannamálum og Familjufyrisitingin, Ríkisumboðið, Biskupur, LGBT, Annika Vang og Karin Jacobsen Vang,
landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Barsilsskipanin og landsstýrismaðurin í heilsumálum og umboð fyri Landssjúkrahúsið hava fingið fundarboð.

 

Broytingar í fleiri lógum

Talan er um broytingar í nøkrum lógum, barsilslógini, rættargangslógini og lógini um rættarstøðu barna, arvalógini, lógini um foreldramyndugleika og samveru og lógini um at viðurkenna norðurlendskar avgerðir um faðirskap.

Tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn løgdu fram uppskotini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334