Strandalond samráðast um uppsjóvarfisk

Strandalond samráðast um uppsjóvarfisk
Harumframt eru innleiðandi samráðingar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi næsta ár
Strandalondini tingast nú um uppsjóvarfiskiskapin næsta ár.
 
19.10.2021 - 10:45

Hesa vikuna og í næstu viku eru samráðingar í London millum strandalondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2022. 

Stóru politisku málini fyri allar tríggjar uppsjóvarstovnarnar eru framtíðar býtini millum strandalondini og at áseta mest loyvdu veiðu í 2022.

Á skránni er eisini at seta vísindaligar bólkar fyri bæði makrel og svartkjaft at savna saman alt taltilfar viðvíkjandi vísindaligum rannsóknum og fiskiskapi í felags frágreiðingar, eins og árliga verður gjørt við norðhavssild. 

Slíkar frágreiðingar verða nýttar í samráðingum um framtíðar býtini.

Harumframt vóru í gjár innleiðandi samráðingar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi í 2022.

Fyrsta samráðingarumfar millum Føroyar og Bretland verður í Føroyum, væntandi seinnapartin í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040