Løgreglan kannar framvegis eldsbrunan á Stykkinum

Løgreglan kannar framvegis eldsbrunan á Stykkinum
Løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at stóri eldurin á Stykkinum er ásettur
Løgreglan veit ikki at siga, um eldurin í øllum trimum húsum varð ásettur, ella um eldurin hevur breitt seg til øll trý. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2021 - 11:52

Løgreglan kannar framvegis málið um eldáseting á Stykkinum. 

Ein maður er skuldsettur í málinum, og hann situr framvegis varðhaldi. Fongslingin er longd til 12. november.

Løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at stóri eldurin á Stykkinum er ásettur. 

Dagin eftir eldin segði løgreglan við útvarpið, at vitni hava greitt løgregluni frá, at eldarnir vórðu ásettir, og vitni hava eisini sagt, júst hvørji fólk talan skal vera um. 

Løgreglan veit ikki at siga, um eldurin í øllum trimum húsum skal vera ásettur, ella um eldurin hevur breitt seg til øll trý. 

Nógvur vindur var hesa náttina.

Fleiri vitni eru eftir at avhoyra. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938