Nýtt fongsul fer at kosta 233 mió. kr.

Nýtt fongsul fer at kosta 233 mió. kr.
Uppskot er gjørt um nýtt fongsul og varðhald til 30 fólk nærindis Havnini
Fongslið og varðhaldið í Mjørkadali. Uppskot er um at byggja út í Mjørkadali og at byggja nýtt fongsul.
 
20.10.2021 - 11:36

Tríggir møguleikar eru at byggja út í Mjørkadali, og ein møguleiki er at byggja nýtt fongsul og varðhald í Føroyum.

Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum kannaði umstøðurnar hjá teimum, sum sita í Mjørkadali.

Í Mjørkadali eru uppskot um at umbyggja og brúka allan bygningin, ella at brúka eitt rúm afturat har, bilhúsið.

Uppskot um nýtt fongsul

Arbeiðsbólkurin bað Alex Poulsen Arkitekter gera uppskot um nýtt fongsul og varðhald til 30 fólk tætt við Havnina, har sum veðrið ikki er ein so stór avbjóðing.

Í Mjørkadali eru 14 pláss.

Byggingin fer at taka fýra ár og verður í fyrsta lagi liðug í 2026. Hon fer at kosta 232,6 mió. kr. Tá er grundstykkið ikki talt við.  

Talan er um 3.200 fermetrar.
 

Les frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952