USA vil hava Otoniel

USA vil hava Otoniel
Kolumbianski rúsevnabrots- og bakmaðurin, Dairo Antonio Úsuga, skal latast USA, eftir at hann varð tikin leygardagin
Tað var eitt felags átak av herinum, loftverjuni og løgregluni, sum hevði við sær, at rúsevnisbrotsmaðurin Otoniel varð tikin.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
25.10.2021 - 08:21


USA vil hava kolumbianskan rúsevnabrots- og bakmannin, Dairo Antonio Úsuga, útflýggjaðan, eftir at hann varð tikin leygardagin. 

Tað skrivar Ritzau, sum endurgevur BBC.

Dairo Antonio Úsuga, sum verður nevndur Otoniel, og er leiðari fyri einum bólki, sum verður nevndur Golfbólkurin.

Otoniel varð tikin leygardagin tætt við markið til Panama.

 

Felagsátak

Tað var eitt felags átak av herinum, loftverjuni og løgregluni, sum hevði við sær, at Otoniel varð tikin.

Golfbólkurin er størsti rúsevnabólkurin í Kolumbia, og heimsins størsti bólkur, tá talan er um kokain, har USA er størsti marknaðurin.

Av tí sama hevur maðurin verið ovast á listanum hjá amerikansku rúsevnaløgregluni.

Finningarløn hevur eisini verið lovað teimum, sum kundu siga hvar Otoniel var, og hon var 44 milliónir krónur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672