Fáa ikki fólk til teknmálstulkingina

Fáa ikki fólk til teknmálstulkingina
Almannaverkið hevur lýst eftir tulkum, men tað er torført at manna størvini
Almannaverkið er av teirri fatan, at tey hava sett allar tulkar, sum tey kunnu, men framvegis er trot á tulkum.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2021 - 16:00

Tað er torført at manna øll størvini við teknmálstulkum, hóast lýst hevur verið eftir tulkum. Almannaverkið er av teirri fatan, at tey hava sett allar tulkar, sum tey kunnu, men staðfestast má, at framvegis er trot á tulkum. 

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sum hevur svarað fyrispurningi frá Tordi Niclasen í Miðflokkinum, sum hevði sæti á tingi herfyri sum varamaður.

Fýra milliónir krónur standa á fíggjarlógini til fýra teknmálstulkar hjá Almannaverkinum, sum eisini brúkar tímalønt og fríyrkistulkar. Tulkatænastan kann haraftrat hava inntøkufíggjað virksemi.

Fylgja brúkaranum

Tordur Niclasen spurdi, um ætlanin er at broyta skipanina, so hon fylgir brúkaranum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at ongar ætlanir eru í løtuni um at broyta skipanina. Almannaverkið megnar ikki sum er at nøkta allan tørvin á teknmálstulking, og tí er trupult at síggja fyri sær, at deyv ella hoyriveik fáa betri støðu, um tey sjálvi umsita játtanina, tá tørvurin á teknmálstulkum er so stórur.

Brúkarin velja

Tað er heldur eingin ætlan at broyta skipanina, soleiðis at brúkarin fær størri frælsi at velja sína egna tulk.

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at skal borgarin velja tulk, er neyvan grundarlag fyri at hava teknmálstulkar í føstum starvi hjá Almannaverkinum, men neyðugt verður helst at hava tímaløntar og fríyrkis teknmálstulkar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040