Eingin gudstænasta sunnudagin

Eingin gudstænasta sunnudagin
Nógva smittan ger, at virksemið í kirkjuni verður lagað eftir umstøðunum í samfelagnum
Uni Næs, dómpróstur, mælir til, at eingin gudstænasta verður sunnudagin.
 
29.10.2021 - 15:53

Covid-19 ger nú aftur um seg, og leiðslan í fólkakirkjuni mælir tí til, at eingin gudstænasta verður sunnudagin 31. oktober. 

Leiðslan hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan, og nú so nógv smitta er, heldur leiðslan í fólkakirkjuni tað vera skilagott, at kirkjan ger alt, hon er ment, til tess at steðga smittuni, skrivar Uni Næs, dómpróstur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Virksemið hjá kirkjuni verður eisini lagað til umstøðurnar í samfelagnum, tá ið ræður um barnadóp, altgongd, brúðarvígslu og jarðarferð.

Hósdagin 4. november verður mett um støðuna av nýggjum.

Sí tilmælið frá dómpróstinum her.

Hoyr meira í útvarpstíðindunum seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858