Hakin settur í til vindmyllurnar í Flatnahaga

Hakin settur í til vindmyllurnar í Flatnahaga
Seks myllur verða settar upp, og tær skulu framleiða streym næsta heyst
Finn Jakobsen, stjóri í Magn, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Mynd: Ólavur Frederiksen, Tórshavnar kommuna  
 
02.11.2021 - 14:51

Í dag var farið undir arbeiðið at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaga við Havnina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti hakan í á middegi. Arbeiðið skal verða liðugt næsta heyst.

Seks Enercon-vindmyllur skulu setast upp. Hvør mylla er 3 MW.

Orka til 13.000 húsarhald

Vindmyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent tí, sum SEV framleiðir um dagin. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. 

Tórshavnar kommuna leigar lendið til P/F Flatnahaga.

J&K Petersen fer nú undir at gera fundamentini, og ætlanin er, at vindmyllurnar standa upp næsta summar. Næsta heyst fara vindmyllurnar at framleiða streym.

Heðin Mortensen, borgastjóri, loysti fyrsta flagið til vindmyllulundina í Flatnahaga. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Tórshavnar kommuna)

Eisini orkudeildin á Umhvørvisstovuni var umboðað í Flatnahaga, tá hakin var settur í. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Tórshavnar kommuna)​

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290