Smittutalið stillað til 111

Smittutalið stillað til 111
Á tíðindafundinum seinnapartin varð sagt, at 115 nýggir smittutilburðir vóru í gjár. Landslæknin hevur nú stillað talið til 111. Tað er tó framvegis met
111 smittutilburðir í gjár
 
04.11.2021 - 18:39

Í gjár vóru 111 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

4233 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 773 smittað í Føroyum.

Níggju fólk eru innløgd. 

 

Enn fýra deyð

Fyrr í dag skrivaðu vit á heimasíðuni, at eitt fólk afturat var deytt við ella av koronu, og at tað tískil vóru fimm fólk deyð við ella av koronu.

Hetta er í kvøld enn ikki váttað av landslæknastovninum. Talið av deyðum er enn fýra á corona.fo.

Men í tíðindunum í kvøld segði landslæknin, at eitt fólk var deytt við ella av koronu í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028