NSÍ vann "finaluna" um fjórða plássið

NSÍ vann "finaluna" um fjórða plássið
Við einum 2-0 sigri á B36 við Løkin, vann NSÍ "finaluna" um gylta fjórða plássið, ið er eitt atgongumerki til evropeiskan fótbólt
Dagsins menn hjá NSÍ, Mikkel Trenskow og Mikkel Elbæk Jakobsen, ið skutu hvør sítt mál í sigrinum móti B36
Mynd: Televarpið  
 
07.11.2021 - 17:53

1,7 milliónir krónur vóru upp á spæl, tá NSÍ og B36 spældu ársins síðsta, og kanska mest spennandi, landskappingardyst við Løkin í Runavík. 

Vinnarin av dystinum vann seg upp á fjórða plássið, og fekk harvið eitt atgongumerki til evropeiskan fótbólt næsta ár og harvið 1,7 milliónir krónur. 

B36 byrjaði dystin tvey stig framman fyri NSÍ og kundi klára seg við javnleiki, meðan NSÍ skuldi vinna dystin. 

 

B36 betri í byrjanini

B36 byrjaði betur, meðan NSÍ-verjan ofta var um ein háls fyrstu løtuna.

Ofta brendi á framman fyri málinum hjá Karstini Hansen, men NSÍ-málverjin stóð har, hann skuldi. 

Og tá B36 ikki gjørdi sær dælt av yvirtakinum í byrjanini, fótaði NSÍ sær í dystinum.

Men fyrri hálvleikur var javnur og endaði 0-0. 

 

Spennandi seinni hálvleikur

Tann spenningur, sum fyrri hálvleikur manglaði, hevði seinni í ríkiligt mát. 

NSÍ skuldi fram at gera mál, og tað gjørdi, at B36 fekk betri pláss í álopinum. 

Og B36 var sera nær við at punktera dystin, tá eitt innlegg úr høgru fyrst rakti knæið á Odduri Højgaard og síðani høvdið á Jákupi Jacobsen, áðrenn bólturin endaði á NSÍ-stólpanum. 

 

Sjálvgjørt er vælgjørt

Men í 55. minutti skeyt B36 seg sjálvt í fótin.

Bjarki Nielsen misti bóltin miðskeiðis á egnari hálvu, og bólturin endaði hjá besta leikara á vøllinum, Jacob Trenskow hjá NSÍ, sum streyk avstað inn í brotsteigin hjá B36.

Mathias Lamhauge bjargaði fyrru royndini hjá Jacobi, men ólukku í eyga fyri B36, so støkk bólturin út aftur til Trenskow, sum kundi sparka bóltin í málið við seinnu royndini. 

 

Karstin Hansen bjargaði NSÍ

B36 skuldi nú hava eitt mál, fyri at vinna sær fjórða plássið.

Tað var eisini sera nær við, at Uros Stojanov javnaði í 77. minutti, tá hann sleit seg leysan í NSÍ-brotsteiginum og stútaði bóltin móti málinum. Men Karstin Hansen í NSÍ-málinum var sum ein køttur uppi undir tvørtrænum og fekk vippað bóltin út til horna. 

B36 koyrdi alt fólkið fram í eini roynd at skora upp á hornasparkið, men í staðin streyk NSÍ avstað í eitt mótálop, sum endaði við, at júst innskifti og sera fótfimi, Mikkel Elbæk Jakobsen bleiv spældur fríur av Klæminti Olsen. Einsamallur við málverjanum var Mikkel kaldur og sparkaði bóltin sera hegnisliga millum beinini á Mathiasi Lamhauge og í málið. 

2-0 og dysturin var avgjørdur. 

 

B36 noyðist vinna steypakappingina

Móti endanum av dystinum var sera eyðsæð, at B36 spældi ein harðan dyst móti Víkingi hóskvøldið. 

Og Betuel Hansen hjá NSÍ var heppin ikki at fáa reyða kortið, tá hann í síðstu minuttunum slaktaði Andrass Johansen, ið mátti av vøllinum við skaða.

B36 hevði brúkt sínar innskiftingar, og noyddist tí at spæla við tíggju monnum síðstu minuttirnar. 

Við sigrinum tryggjaði NSÍ sær gylta fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt og 1,7 milliónir krónur. 

Skal B36 sleppa út í Evropa næsta ár, so noyðist liðið at vinna kappingina um løgmanssteypið. Í hálvfinalunum bíðar Víkingur, sum B36 vann á hóskvøldið. NSÍ skal hinvegin spæla hálvfinalur móti HB. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254