Breiðka vegin í Sandslíð næsta summar

Breiðka vegin í Sandslíð næsta summar
Verkætlanin verður bjóðað út til privatar at gera, men treytin er, at pengar eru til arbeiðið, sigur landsstýrismaðurin
Ætlanin er at breiðka vegin gjøgnum Sandslíð, so hann verður tvísporaður.
Mynd: Kortal.fo  
 
08.11.2021 - 09:47

Næsta summar er ætlanin at breiðka vegin í Sandslíð, so hann verður tvísporaður.

Verkætlanin verður bjóðað út til privatar at gera.

Sambært Landsverki kann arbeiðið verða liðugt í 2023-2024.

Treytin er, at pengar eru til arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann.

Hetta er sjálvandi treytað av játtan, og at arbeiðið kann fremjast uttan størri trupulleikar.

400-500 bilar um dagin 

Borað og sprongt verður í lendinum omanfyri verandi veg.

Vegurin verður í høvuðsheitum breiðkaður móti fjallinum. Økið kring vegin verður eisini dagført og tryggjað. 

Til dømis verður ein grøv gjørd í ovara borði at taka grót, sum ríður oman. 

Vegurin í Sandslíð er millum elstu vegir í Føroyum, hann er hundrað ár. Vegurin, sum er hálvan annan kilometur langur, hevur bara eina breyt.  

Millum 400 og 500 akfør brúka hann um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213