Øll hús skulu nú kunna lutast sundur í eigaraíbúðir

Øll hús skulu nú kunna lutast sundur í eigaraíbúðir
Hús, sum eru bygd fyri 3. april 1970, skulu eisini kunna lutast sundur í eigaraíbúðir
Tilvildarlig savnsmynd
 
08.11.2021 - 07:25

Nú skulu øll hús, eisini tey, ið eru bygd fyri 3.april 1970, kunna lutast sundur í eigaraíbúðir.

Ein lógarbroyting er gjørd um tað og send til hoyringar.

Lógin um eigaraíbúðir, sum kom í gildi 3.apríl 1970, sigur, at hús, sum eru grundað fyri tann dag, ikki kunnu sundurbýtast í eigaraíbúðir.

 

Áseting skal strikast

Landsstýrið hevur fingið áheitanir um at strika hesa áseting, og tað verður nú gjørt.  

Landsstýrið sigur, at broytingin ger helst, at nakað fleiri eigaraíbúðir verða gjørdar.

Broytingin kann eisini gera, at onkrar leiguíbúðir og lutaíbúðir, sum eru á marknaðinum í dag, í framtíðini vera eigaraíbúðir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585