167 bíða eftir bústaði frá Almannaverkinum

167 bíða eftir bústaði frá Almannaverkinum
Almannaverkið hevur nógvar bíðilistar, m.a. til venjing, endurvenjing og virknistilboð
Almannaverkið hevur langar bíðilistar eftir bústøðum og ymsum tilboðum.
 
10.11.2021 - 09:04

Bíðilistin hjá teimum, sum bíða eftir bústaði frá Almannaverkinum, er langur.

167 bíða í løtuni. Og 22, sum longu búgva hjá Almannaverkinum, vilja hava annan bústað haðani.

Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Almannaverkið hevur nógvar bíðilistar.

Fýra fólk bíða eftir venjing. Umsóknirnar eru játtaðar. Venjingarnar byrja so hvørt, terapeutarnir hava tøkar tíðir. 

Venjing og virknistilboð

Almannaverkið bíðar eftir fimm fólkum, sum skulu hava endurvenjing, tá tey eru liðug við viðgerð í til dømis sjúkrahúsverkinum.

Seks fólk bíða eftir viðlíkahaldsvenjing. Fýra teirra byrja í næstu viku.

Á bíðilistanum hjá tiltakinum "Megna títt lív," sum er ætlað at lofta ungum við svárum sosialum ella sálarligum trupulleikum og álvarsligum rústrupulleikum, eru 18 fólk

Trivnartænasturnar hjá Almannaverkinum hava eisini bíðilistar.

40 bíða eftir virknistilboði, 46 eftir stuðulstænastu, og 43 bíða eftir umlætting.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040