Putin: Russland noyðist at brúka fleiri pengar til verjuendamál

Putin: Russland noyðist at brúka fleiri pengar til verjuendamál
NATO er orsøkin til, at Russland má seta fleiri verjutiltøk í verk, sigur russiski forsetin
Vladimir Putin, forseti, gevur NATO skyldina fyri, at Russland setur fleiri verjutiltøk í verk.
 
10.11.2021 - 10:07

Russland er noytt at nýta fleiri pengar til verjuendamál, og serliga at leggja dent á loftverjuna.

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, tá hann hiti herleiðarar og vápnaframleiðarar í russiska býnum, Sotji.

Sambært Putin er NATO beinleiðis orsøkin til, at Russland má økja um verjuna, tí virksemið hjá NATO kemur alsamt tættari at russiska markinum.

- Nú er eitt amerikanskt herskip farið inn í Svartahavið. Vit kunnu síggja tað í kikara, og vit kunnu sikta eftir tí, segði Putin um amerikanska herskipið, USS Mont Whitney, sum er í Svartahavinum.

Ísakalt millum Russland og vesturheimin

Tað hendir, samstundis sum viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru tey ringastu síðani kalda kríggið.

Russland hevur m.a. latið NATO-skrivstovuna í Brússel aftur, eftir at NATO vísti átta limum á skrivstovuni úr landinum, og samstundis skuldsetti tey fyri njósning.

- Vit verða noydd at menna okkara loft- og rúmdarverju, segði Vladimir Putin á fundinum, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949