Arbeiðsóhapp á Gomlurætt

Arbeiðsóhapp á Gomlurætt
Ein arbeiðsmaður varð raktur av einari ketu og endaði á Landssjúkrahúsinum
Arbeiðsóhappið hendi á Gomlurætt
Mynd: Savsmynd  
 
13.11.2021 - 09:45

Seinnapartin í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp á Gomlurætt.

Ein lastbilur skuldi lyfta eina ketu, og av eini ella aðrari orsøk rakti ketan ein arbeiðsmann á staðnum.

Talan var ikki um álvarsligan skaða, men somikið, at maðurin varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið, upplýsir løgreglan.

Hvat hendi, er ikki greitt enn, og tað fer løgreglan at royna at fáa greiðu á um viðkuskiftið, upplýsir vakthavandi.

 

Koyrdu rúsaðir

Løgreglan sigur eisini, at í nátt vórðu tveir mans tiknir fyri at koyra við kenning í Eysturoynni, og ein maður varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum; tað var eisini uttanfyri Havnina.

Annars var friðarligt í høvuðstaðnum í nátt, og lítið fólk var í býnum, verður upplýst á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391