NSÍ-kvinnurnar steypavinnarar fyri fyrstu ferð

NSÍ-kvinnurnar steypavinnarar fyri fyrstu ferð
Kvinnurnar hjá NSÍ vunnu ein sannførandi 4-2 sigur á HB
Einki er sum fyrstu ferð, og tað kunnu kvinnurnar hjá NSÍ nú skriva undir uppá. Tær gjørdust í dag steypavinnarar fyri fyrstu ferð
Mynd: Brian Enghamar, FSF.fo  
 
13.11.2021 - 19:16

Einki er sum fyrstu ferð, kallast ein kendur sangur innan av eystaraarmi á Skálafjørðin, og júst ta kensluna upplivdu kvinnurnar hjá NSÍ í kvøld, tá tær vunnu steypakappingina í fótbólti fyri fyrstu ferð. 

Dysturin, sum varð spældur á Tórsvølli, endaði við einum 4-2 sigri til NSÍ. 

Tvey mál komu í fyrra hálvleiki, og tað fyrra skoraði liðskiparin hjá NSÍ, Ansy Sevdal Jakobsen, í 12. minutti. 

Ansy bleiv eisini kosin dagsins leikari í dystinum. 

Seinna málið í fyrra hálvleiki skoraði Laila Pætursdóttir. 

 

HB kempaði

HB fall tó ikki í fátt, og Ása Stórá Carlsen, ið varð innskift frá byrjan í seinna hálvleik, gjørdi beinavegin vart við seg, tá hon skoraði til 2-1. NSÍ-málverjin megnaði at halda einum innleggi, og so var Ása kvik at gera sær dælt av feilinum. 

Men NSÍ eigur besta kvinnuliga fótbóltsleikara í landinum, og hon eitur Heidi Sevdal. Bert tíggju minuttir eftir, at HB hevði minkað um munin, sló Heidi Sevdal til og skoraði sítt mál nummar 40 hetta kappingarárið. 

HB stríddist fyri at fáa minkað um munin aftur, men NSÍ vardi væl fyri, og tá tíggju minuttir restaðu av dystinum tók Heidi Sevdal sakina í egnar føtur og skoraði til 4-1. 

Elin Maria Isaksen fekk tó minkað um munin til 4-2, men tað broytti ikki upp á ta sannroynd, at NSÍ-kvinnunar skrivaðu søgu, tá tær vunnu steypið til felagið fyri fyrstu ferð.

 

NSÍ - HB 4-2 (2-0)
12' Ansy Jakobsen 1-0
22' Laila Pætursdóttir 2-0
47' Ása Stóra Carlsen 2-1
50' Heidi Sevdal 3-1
80' Heidi Sevdal 4-1
82' Elin Maria Isaksen 4-2

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858