Ríkisveitingin og makrelur til útróðrarflotan í tinginum í dag

Ríkisveitingin og makrelur til útróðrarflotan í tinginum í dag
Tingfundurin verður klokkan 13
Edva Jacobsen, løgtingskvinna, hevur spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um útróðrarflotin eisini fær makrelkvotu. Jacob Vestergaard skal svara í tinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2021 - 09:20

Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið hjá Tjóðveldi um at minka donsku ríkisveitingina til Føroya.

Samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin sigur í álitinum, at skulu vit framhaldandi kunna bjóða okkara borgarum bestu tænasturnar, er tað ein fortreyt, at inntøkugrundarlagið ikki versnar munandi, sum hetta uppskotið leggur upp til.

Tjóðveldi í nevndini tekur undir við uppskotinum. 

Makrelur til útróðrarflotan

Á tingfundinum í dag fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eisini at svara einum skrivligum fyrispurningi frá Edvu Jacobsen í Sambandsflokkinum um makrelkvotu til útróðrarflotan.

Edva Jacobsen spyr, nær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at leggja fram uppskot um broytingar í sjófeingislógini, so útróðrarflotin fær part í útlutanini av makrelkvotum.

Tá spurningurin er svaraður, fer løgtingið at umrøða hann.

Tingfundurin í dag verður klokkan 13.

Tjóðveldi eigur uppskotið um at minka ríkisveitingina, sum kemur til 2. viðgerð í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233