- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Russar hava komið altjóða rúmdarstøðini í vanda
USA hevur fordømt Russland fyri at hava royndarskotið eitt nýtt vápn, sum USA sigur hevur sett manningina á altjóða rúmdarstøðini, ISS, í vanda og trygdina í rúmdini annars.
Russland royndarskeyt í gjár eina anti-fylgisveinarakett, og rakti í tí sambandi ein gamlan, óvirknan njósnarafylgisvein.
Royndarskjótingin sprongdi fylgisveinin, men vrakpetti av fylgisveininum sveima nú runt í rúmdini, og tað eru hesar leivdir, sum gjørdu, at manningin á ISS noyddist at lata seg í verjuhylki, sum kann brúkast, um manningin skal flytast niðuraftur á jørðina í eini neyðstøðu.
Til stóran ampa
Vrakpettini eru eisini til stóran ampa fyri fylgisveinarnar, sum eru í ringrás um jørðina.
Russiski rúmdarstovnurin, Roscosmos, vil tó vera við, at ongin vandi var á ferð, og sigur, at gamli fylgisveinurin ikki er í somu ringrás sum ISS.
Kina royndarskeyt eina líknandi skipan í 2007, sum eisini elvdi til stórar trupulleikar fyri aðrar fylgisveinar. Eisini í tí førinum vóru nógv vrakpetti, sum kunnu elva til stóran skaða, skrivar BBC.
Í løtuni eru sjey fólk altjóða á altjóða rúmdarstøðini, ISS.