Trygdarráðið viðger radaran í dag

Trygdarráðið viðger radaran í dag
Miðað verður eftir at skriva undir avtalu við danska verjumálaráðharran í desember
Eftirlitsradarin, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, er á skránni hjá trygdarráðnum í dag.
 
17.11.2021 - 08:51

Í dag verður fundur í føroyska trygdarráðnum um lofteftirlitsradaran. 

Á fundinum vera Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Jenis av Rana og Jørgen Niclasen, landstýrismenn umframt embætisfólk. 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, miðar ímóti, at ein avtala um radaran verður skrivað undir við danska ráðharran í uttanríkismálum, Trine Bramsen, 9. desember. 

Tá málið er umrøtt í Trygdarráðnum, skal tað til umrøðu í Uttanlandsnevndini.

Jenis av Rana veit ikki enn, nær hann fer at hava ráðførslu við Uttanlandsnevndina um lofteftirlitsradaran.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154