Bilar stoyttu saman í Norðoyatunlinum

Bilar stoyttu saman í Norðoyatunlinum
Tunnilin er stongdur, men ógreitt er, nær hann letur uppaftur
 
18.11.2021 - 16:08

Stutt eftir klokkan trý seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norðoyartunlinum, nærindis munnanum klaksvíksmegin.

Tveir mótkoyrandi persónbilar stoyttu saman. Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men tað løgreglan veit, hevur eingin fingið skaða. 

Løgreglan stongdi tunnilin beinanvegin. Aðrir bilar, sum vóru í tunlinum, vórðu fingnir út. 

Tunnilin verður latin upp aftur, tá ið vegurin er ruddaður, men fyri løtu síðani visti løgreglan ikki, nær tað verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871