Sms-boð hjá Mette Frederiksen kunnu ikki endurskapast

Sms-boð hjá Mette Frederiksen kunnu ikki endurskapast
Flokkar á Christiansborg finnast hvassliga at stjórnini, tí hon bíðaði við at kunngera tíðindini til dagin eftir kommunuvalið
Funnist verður hvassliga at Mette Frederiksen, forsætisráðharra, fyri ikki at hava kunngjørt úrslitið av kanningini um sms-boðini fyrr enn eftir kommunuvalið.
Mynd: RitzauScanpix  
 
18.11.2021 - 08:40

Tað hevur ikki eydnast donsku løgregluni at endurskapa sms-boðini á telefonini hjá danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, ella deildarstjóranum í forsætismálaráðnum, Barbaru Bertelsen.

Tað sama er galdandi fyri sms-boð frá tveimum embætisfólkum í forsætismálaráðnum.

Tað boðaði danska løgmálaráðið frá í gjár. 

Men løgmálaráðið hevur bíðað í fimm dagar at kunngera tíðindi. 

Kanningin liðug 12. november

Longu 12. november var løgreglan liðug við kanningarnar, sum staðfestu, at sms-boðini kundu ikki endurskapast, og sama dag fekk løgmálaráðið boðini. 

Hetta hevur elvt til øsing í fleiri politiskum flokkum, sum vilja vera við, at stjórnin vil vilja hevur bíðað til eftir kommunalvalið at kunngera tíðindini.

Tað hevur eydnast at endurskapa nøkur fá sms-boð frá einum av deildarstjórunum í løgmálaráðnum.

Tey skulu nú gjøgnumgangast saman við nevndini, sum kannar málið um minkarnar, fyri at fáa greiði á, um nøkur av hesum sms-boðunum hava týdning fyri arbeiðið hjá kanningarnevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847